Í dag kl. 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um ein álvarliga ferðsluvanlukku á Sandavágshálsi í Vágum
Í dag kl. 11.25 fekk alarmsentralurin fráboðan um ein álvarliga ferðsluvanlukku á Sandavágshálsi í Vágum, har ein bilur við 3 fólkum fór út av veggnum. Umframt ambulansar og politi, bleiv klippútgerð frá sløkkiliðnum send á staði.
Sum nevnt er talan um eina sera álvarsliga ferðsluvanlukku og vit senda nýtt tíðindaskriv, tá vit endaliga hava eyðmerkt tey skaddu og kunnað avvarðandi.




