Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvalirnir verða nú sleipaðir inn í Hvannasund

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani vóru vit í samband við sýslumannin, Karl Johansen, sum í løtuni er á Viðvík. “Vit hava fingið seinastu hvalirnar av sandinum, og Dýrindal fer nú at sleipa teir inn á Hvannasund”.

 Fyrst gekst sera skjótt við grindadrápinum, og síðani hevur eisini gingið skjótt at fáa hvalirnar av aftur sandinum á Viðvík og sleipaðar inn á Norðdepil”, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Nakrir bátar eru farnir frammanundan við hvalum, ímeðan vit hava hongt einar 30 hvalir uppá síðuna á Dýrindal, og hann fer nú inn á Sundið við teim seinastu. Síðani verður merkt og býtt, helst bert til økið eystan Múlan, sigur sýslumaðurin.