Tað er gott lag í nógvum pørtum og húsum í Norðoyggjum í dag. Í nógvum húsum verður allarhelst eisini kókað grind til døgurða og nátturða. Knappir 130 hvalir løgdu beinini á Viðvík á Viðoynni í gjárkvøldi og í dag hava menn stríðst við at skera upp.

Av góðum orsøkum var myndamaðurin hjá Norðlýsinum staddur á Viðareiði. Á Viðareiði var býtt í drápspartar og heimapartar. Og fólk í bygdini vóru ágrýtin at skera og at avheinta.
Nakrar góðar summarmyndir eru í teim góðu tjúgu hitastigunum á Viðareiði.