Nú kann staðfestast, at KÍ ikki fær nakran styrk í summar.
Arbeitt hevur verið við at funnið ein miðverja í summar, men hetta eydnaðist ikki. Seinastu dagarnar hevur samband verið við danska verjuleikaran Cheikh Sarr, men har spurdist einki burturúr. Flytingargluggin stongir á midnátt og frá KÍ frættist, at ongar broytingar vera í besta hópinum í kvøld.




