Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerkingar frá M.Ú

Lesarabræv

Viðmerkingar frá M.Ú., til ætlan fiskimálaráðsins– At broyta hjáveiðu %, av toski & hýsu– kunngerðini,um trolveiðu innanfyri 12 fj.

Viðmerkingar frá M.Ú, til ætlan fiskimálaráðsins– At broyta hjáveiðu %, av toski hýsu– kunngerðini,um trolveiðu innanfyri 12 fj.

Og viðmerkingar og mótmæli, til at broyta kassa ”D” í § 9a, í lógini um vinnuligan fiskiskap.


Royndartroling á innaru landleiðini, var farið undir,seinnapartin í sekstiárunum.

Stutt eftir at fiskimarkið var flutt út á 12 fj.

Argumentið fyri hesum var – At mett var , at tað vóru óhugnaliga stórar nøgdir av flatfiski – íð húkurin ongan møguleika hevði at veiða.

Hjáveiðuna av rundum fiski,tosaði ongin um.Var á flestu økjum lítil (atypiskt kanska økið

vestanfyri Suðuroynna).

Sum árini gingu,minkaðu flatfiska nøgdirnar. So var farið undir, at seta hámark á rundfiska

nøgdirnar.Síðani hevur verið stórur trupulleiki, at  hildið  nøgdirnar  av  rundum  fiski,  niðanfyri  ásettu  minstumørkini.   

Royndir hava verið fleiri hundakunstir” –meskavíddir,flatfiskatrol, rist o.a.

Trupulleikin er – at av ,íð er at fáa– er tað mesta rundur fiskur.

Nú verður skotið upp, at broyta hjáveiðu%, av toski hýsu frá 35 upp til 50 %.

Grundgevingin er, at vandin fyrat toskur hýsa verða tveitt út aftur gerst minni.

Vit skulu minnast til – at loyvini útskrivað eru,eita:Trolveiða eftir flatfiski innanfyri

12 fjórðingar.

At royna at legalisera 15 % av rundum fiski afturat. So hesir tar koma at fiska,

samla um 70-80 % av rundum fiski+tað mynduleikin roknar við,verður útblakað.


Loysir ikki trupulleikan

Eisin eitt sindur løgið, at mynduleikin friðar stór økir,inni við land,fyri húk,fyri

at verja toskin hýsunaSamstundis sum vælsignað verður– at trolbátarnir økja

hesar nøgdir,og lata teir teir trola í økjum,íð annars eru totalfriðað (sbr.kunngerðina

hjá Dahl).Samstundis verður viðurkent, at partur av hesin fiski verður útblakaður.

Nei flatfiska fiskaríðið,má takast upp til nýggja viðgerð.

Vit hava gnaddað á somu økjum, í yvir 40 ár.

Mugu finna út av,um nakar flatfiskur er. Og so fiska hann– har hann er.

Búskaparliga er neyvan rætt, at økja um toska hýsuveiðuna, á henda hátt??


So tilkassa”D”.

Flestu minnast hundaslagsmálið”, at fáa kassarnar,inní §9, í lógina um vinnuligan

fiskiskap.Har vóru stórir kamelar” slúktir.

, at koma við uppskoti. At hølva einar 100 kvadratfj. Av einum kassa, og taka hann

frá einum veiðihátti(húkinum) og geva øðrum veiðihátti(trolinumhann,sýnist sera

løgiðHvat við øllum hinum køssunum?? Eru ikki nógv ynskir um at broyta teir??

Tí mótmæla vit harðliga, at bert ein kassi verður broyttur.

Skal broytast:Takið so allar kassarnar upp til viðgerðar.

Og vísi so í verki– At tit eru førir fyri– At finna ein nýggjan”konsensus”,íð er til gagnfyri allar partar.


Vinarliga

Meginfelag Útróðrarmanna

Absalon í Buð, frm