Bjarni Hammer: – Eftir Norðoaystevnusigurin høvdu vit vónir um at fara at vinna nakrar stevnur. Tað bleiv eitt sindur skuffandi, men seinastu stevnurnar hava vit aftur minkað munin, so í ólavsøku vóna vit at enda kappingina við einum sigri.
– Eftir Norðoaystevnusigurin høvdu vit vónir um at fara at vinna nakrar stevnur. Tað bleiv eitt sindur skuffandi, men seinastu stevnurnar hava vit aftur minkað munin, so í ólavsøku vóna vit at enda kappingina við einum sigri, sigur Bjarni Hammer.
Bjarni Hammer er bátsformaður og oddamaður fyri kappróðrinum hjá 10-mannafarinum í suðuroynni. Teir løgdu væl út í ár, tá teir á Norðoyastevnu vunnu tryggan sigur. Men síðani hevur Klaksvíkingur vunnið allar róðrarnar.
– Vit vistu ikki áðrenn Norðoyastevnu, hvat vit skuldu væntað. Tí umframt nýggjan stýrimann, so høvdu vit 4 heilt nýggjar rógvarar. Tá skal nógv tíð brúkast til at venja hesar við róðurin og at fáa tað at sita. Men tá vit vunnu á Norðoyastevnu, so høvdu vit væntað og vóna, at vit kundu vinna nakrar róðrar afturat. Vit vistu, at Klaksvíkingur fór at koma sterkt aftur, men kanska ikki so skjótt, sigur Bjarni Hammer við Norðlýsið.
Hann heldur, at Suðuroyingur rør betri í ár enn í fjør.
– Árið í fjør brúktu vit fyri at venja okkum við at rógva í 10-mannaførunum. Í ár hava vit havt 4 nýggjar mans við, men serliga á 2000 metrum haldi eg, at vit síggja, at Suðuroyingur er betri enn í fjør. Tí í fjør vóru vit ofta nógv sekund aftanfyri á 2000 metrum, meðan vit hava verið rættuliga tætt uppá fleiri ferðir seinastu stevnurnar, sigur Bjarni
Klaksvíkingur er sterkur
Bjarni Hammer heldur seg heldur ikki aftur í at rósa Klaksvíkingi.
– Man má taka hattin av fyri Klaksvíkingi. Teir hava nógvar royndir og nógvar mans, sum vita hvat skal til og sum duga at rógva júst soleiðis, sum man skal rógva við Klaksvíkingi. Ofta vinna teir við lítlum muni, men tá tað hendur so ofta, so kann tað ikki bara vera hepni, sigur Bjarni.
Klaksvíkingur hevur til fleiri róðrar skift fleiri mans út. Bjarni heldur ikki, at útskifting beinleiðis noyðist at hava ringa ávirkan.
– Tað optimala burdi nokk verið at hava somu manning allatíðina. Men eg haldi eisini, at tað kann vera ein fyrimunir at kunna skifta út. Tí tá stevnurnar sum nú liggja viku eftir viku, so kann tað vera gott hjá kanska serliga eldri rógvarum at fáa frí eina ella tvær stevnur, meðan frískir menn koma umborð. Men tað krevur ein sterkan hóp við monnum, sum vita hvat skal til og sum kenna treytirnar. Tað hevur Klaksvíkingur og hvør veit, um vit ikki kunnu hava tað um nøkur ár. Til onkra stevnu í ár høvdu vit havt gott av útskifting, tá onkur hevur mest sum “sprongt” seg á stevnu, sigur hann.
Júst mátin sum Klaksvíkingur hevur mannað bátin uppá kann vónandi blíva ein leistur, sum fer at gera tað lættari framyvir at manna bátar.
– Eg haldi, at hatta sær út sum ein fínur máti at manna ein bát uppá og sum kann koma at bjarga kappróðrinum. Tí tað er eingin loyna, at tað er trupult at manna bátar og ein orsøk er, at menn fáa ikki róð eitt heilt kappingarár. Kann man við hesum fáa 2-3 útskiftarar, sum traðka til, tá aðrir ikki eru við, so er tað fínt. Hetta kundi gjørt tað lættari at fingið fólk, tá kravið ikki var at rógva frá Norðoyastevnu til ólavsøku, heldur hann og vónar at aðrar manningar taka hetta til sín í framtíðini.
Ólavsøkan
Á ólavsøku verður ársins seinasti róður og Suðuroyingur ætlar at gera alt fyri at vinna seinasta róðurin.
– Formurin hjá okkum hevur peikað uppeftir skilt á tann hátt, at munurin millum okkum og Klaksvíking er minkaður seinastu stevnurnar. Men vit eru vitandi um, at Klaksvíkingur søguliga sæð er sera sterkur á ólavsøku og um eg minnist rætt, so hevur hann vunnið stórt á øllum ólavsøkum seinnu árini. Ofta er hann komin væl frá byrjan og sloppin undan hinum beinanvegin, men tað ætla vit ikki hesaferð. Vit ætla at fylgja við frá byrjan, sum eisini kemur at gera tað lættari seinni. Vit skulu heldur ikki gloyma Havnarbátin, sum kemur at rógva á heimasjógvi. So sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu enda kappingarárið við einum sigri, sigur Bjarni Hammer at enda við Norðlýsið.




