Egil á Bø er farin av landinum og verður ikki við EB/Streymi komandi dystirnar.
Talan er um týðandi leikara hjá EB/Streymi, tí liðið hevur ongan dyst tapt í heimligu kappingini í ár, har hann hevur verið við. Fimm sigrar og tveir javnleikir er tað blivið til í landskappingini, síðani hann byrjaði aftur fyrr í ár.
Egil kemur sum skilst aftur 10. august og missir sostatt dystirnar móti AB(úti), B36 (úti), KÍ (heima í hálvfinaluni) og møguliga TB (heima).




