Klakkur kom seinnapartin á Klaksvík við 180.000 pundum, ið eru fiskaði undir Íslandi.
Klakkur kom seinnapartin á Klaksvík við 180.000 pundum, ið eru fiskaði undir Íslandi.
Klakkur hevur verið burtur í 14 dagar og hevði fulla last ella umleið 180.000 pund, tá teir komu aftur í dag. Helvtin av veiðuni var toskur, meðan tað annars var brosma, svartkalvi og longa.
Skipari hendan túrin var Líggjas Johannesen. Myndirnar vóru tiknar, tá Klakkur legði at bryggju og teir riggaðu til at byrja at landa.




