Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hattrick til Holst

Jákup Ósá

Christian Holst er í stórformi áðrenn danska kappingin fer í gongd um vikuskiftið.

Silkeborg flutti niður í næstbestu deildina og skal nú royna at flyta upp aftur. Í kvøld spældu teir seinasta venjingardystin móti Skanderborg. Har vann Silkeborg 9-0. Toppskjótti hjá Silkeborg var føroyski landsliðsleikarin Christian Holst, sum skeyt 3 mál, skrivar heimasíðan hjá Silkeborg.

Komandi vikuskifti spælir Silkeborg sín fyrsta landskappingardyst, tá teir møta Brønshøj.

Mynd: Silkeborg IF