Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá MÍTTLAND

Tíðindaskriv

28. september 2013 verður fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri einum risastórum mentanar- og konserttiltaki fyri føroyingum í Danmark.

28. september 2013 verður fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri einum risastórum mentanar- og konserttiltaki fyri føroyingum í Danmark. Tiltakið hevur fingið heitið MÍTTLAND, sum er nýyrði, ið ætlast at lýsa júst tað, sum verður sett á skrá henda dagin, nevniliga heimlandið Føroyar.

Endamálið við hesum stóra mentanar- og konsertdegi, MÍTTLAND, er at skapa ein pall og eitt tiltak, sum er fyri føroyingar í Danmark, og onnur fólk, ið hava áhuga fyri Føroyum og mentanini, sum vit ráða yvir. Alt sum verður at uppliva hendan stóra dagin, er føroyskt. Allur tónleikur er føroyskur, eins og matur og sniðgivin klædnapløgg eru úr Føroyum.

Á Femøren við Oyrasund á Amager hava vit stóran pall við øllum, sum hoyrir til av tøkni og ljósi, so okkara tónleikarar fáa høvið at vísa seg frá teirra bestu síðu. Tiltakið MÍTTLAND fer at lýsa, hvørji vit eru og hvat vit eru, tá tað snýr seg um framførslu á palli, fyrst og fremst av tónleik, men eisini sniðgávu og mati.

Vælkomin til MÍTTLAND í samstarv við Atlantic Airways!

Vegna fyrireikararnar

Gudmundur Djurhuus

www.mittland.dk

gd@mittland.dk