Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB hevur spurt fleiri venjarar

Jákup Ósá

TB formaðurin væntar, at nýggi venjarin verður settur í morgin. 

André Dalfoss greiðir soleiðis frá um tilgongdina at finna nýggja TB venjaran.

– Týskvøldið spurdu vit ein persón um hann hevði áhuga í starvinum. Sum tíðin hevur gingið gjøgnum vikuna hava vit spurt fleiri aðrar venjarar. Alt hetta er gjørt í royndini at finna rætta venjaran, ið kann hjálpa okkum at fáa neyðugu úrslitini fyri írestandi dystir í kappingarárinum, sigur André Dalfoss, ið vónar og væntar, at nýggi TB venjarin kann kunngerast í morgin leygardagin.

Norðlýsið veit, at fyrsti venjarin, ið bleiv spurdur var Jón Pauli Olsen. Sum víst HER, so segði hann seg ikki hava tíð. Seinastu útmeldingarnar hjá TB formanninum kunnu eisini tulkast sum, at TB hevur hugt aðrar vegir síðani týskvøldið.

Harleywoodpaint