Tey 100 fólkini á Kósini máttu gevast at arbeiða í dag, tí einki vatn er í Klaksvík.
Kósin mátti gevast at arbeiða í dag, tí einki vatn er í Klaksvík.
Nógv arbeiði hevur verið á Kósini seinastu tíðina, har umleið 100 fólk starvast. Hesa vikuna hava tey arbeitt frá kl. 07.00 á morgni til kl. 18.00 á kvøldi hvønn dag. Men í dag komu trupulleikar í framleiðsluna vegna turkin í Klaksvík. Sum nevnt aðrastaðni, so heitti Klaksvíkar Kommuna eisini á borgarar um at spara uppá vatnið.
Fríðin Ziskason er virkisleiðari á flakavirkinum á Kósini og hann sigur, at hevði vanligur arbeiðsdagur verið í morgin, so høvdu teir ikki kunna arbeitt.
– Vit fingu trupulleikar við vatninum, og framleiðslan steðgaði í eitt korter av tí sama. Seinni vóru vit noyddir at steðga allari framleiðlsuni ein tíma fyrr enn ætlað, tí vit høvdu simpulten einki vatn. Hevði vanligur arbeiðsdagur verið í morgin, so høvdu vit verið noyddir at tikið frí, so tað var heppið, at tað var fríggjadagur, sigur Fríðin Ziskason.
Veður forsøgnin lovar nakað av regni komandi døgnið, so møguliga kann tað bjargað framleiðsluni á Kósini í næstu viku.




