Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórur Justesen í KÍ komandi árini

Jákup Ósá

Í kvøld hevur ungi miðvallarin Tórur Justesen longt sáttmálan fram til kappingarlok 2015

Í kvøld hevur ungi miðvallarin Tórur Justesen longt sáttmálan fram til kappingarlok 2015, skrivar KÍ heimasíðan.

18 ára gamli Tórur Justesen hevur higartil leikt 3 dystir á Effo liðnum hjá KÍ. Hansara debut kom 29.08.2012 tá KÍ vann 3-1 ímóti B68 á Svangaskarði.

Tórur er fastur fúsur á U-landsliðunum hjá Føroyum. Hann hevur leikt 7 dystir fyri U-17 landsliðið og higartil 3 fyri U-19 landsliðið. Við neyðugum vilja, nærlagni og eyðmýkt kann Tórur gerast ein av okkara best miðvallarum. Evnini eru sanniliga til staðar.

Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag sigur at fyrireikingarnar til 2014 eru longu farnar í gongd.

– Fleiri leikarar eru sáttmálabundnir komandi kappingarár og fram ímóti kappingarenda er ætlanin at fáa sáttmálar við teir leikarar, sum skulu mynda KÍ framyvir. Tórur er ein teirra, sigur Tummas Lervig

Ungi miðvallarin var bæði glaður og errin tá heimasíðan fekk fatur á honum.

– Tað hevur altíð verið mín dreymur at leikt fyri KÍ og eg fari at gera mítt allarbesta at koma á liðið og síðani eisini at vinna steypakappingina og føroyameistaraheitið fyri KÍ.

Sáttmálin er galdandi til 31.12.2015, skrivar KÍ heimasíðan.