Magnus Norðberg, ið rør við Klaksvíkingi, er bjartskygdur undan seinasta róðrinum í ár.
Á ólavsøku fer Klaksvíkingur, sum hevur vunnið 5 av 6 stevnum í ár, aftur at skifta rógvarar út. Í mun til seinastu stevnu skal Klaksvíkingur afturskifta út. Høgni Eliasen og Jón Syderbø fara av, meðan Martin Venned og Jákup Hansen koma umborð. Hetta merkir, at Klaksvíkingur á ólavsøku tekur tann 16. rógvarin umborð hetta kappingarárið. Men fær hetta nakra ávirkan? Magnus Norðberg er mest vinnandi rógvari við Klaksvíkingi og hann greiðir soleiðis frá:
– Vit velja at trúgva, at tað ikki ávirkar. Men bara við at Martin er komin umborð fyri Høgna hevur gjørt, at báturin er blivin 30 kg tyngri. Hóast Martin er 46 ár, so havi eg ikki sæð hann í betri kropsligari venjing. Síðani hava vit skift um pláss í bátinum. Tað ger, at bagborð er 20 kg tyngri enn stýriborð og vektin er flutt aftur í bátin. Uppgávan hjá øllum rógvarum óansæð vekt er at verja sína vekt, sigur Magnus.
Serliga ólavsøku stemningur
Ólavsøku fyrireikingin er altíð eitt sindur serlig, heldur royndi rógvarin umborð á Klaksvíkingi.
– Tað er altíð nakað serligt at venja fram ímóti ólavsøku. Stemningurin er ein annar og vit fara altíð til Havnar at venja nakrar ferðir frammanundan ólavsøku. Hetta er mest fyri at fáa stemningin við, tí alt snýr seg um kappróður hesar dagarnar og havnarvág er full av bátum. Eisini til venjingarnar hava vit yvirskot til at gera onnur ting enn siðbundnu venjingina, tí venjingarnar er nakað styttri vegna stutta málið. M.a. grillaðu vit laks eina kvøldið í hesi vikuni, sigur Magnus Norðberg.
Starturin avgerandi
Hann væntar ein ólavsøkuróður, har bátarnir fara at leggja nógv fyri í startinum.
– Vit høvdu eina kvøldið í vikuni ein so góðan start, sum vit ongantíð hava sæð áður umborð á Klaksvíkingi, so tað er vónandi gott tekin. Hóast róðurin er nógv meira enn start spurtur, so vísir søgan, at tann báturin, sum fær yvirtakið eftir fyrstu metrarnar mangan hevur yvirskotið sum skal til seinni í róðrinum. Vit vænta eisini, at bæði Suðuroyingur og Havnarbáturin fara at koyra nógv á frá byrjan. Havnarbáturin skal als ikki gloymast, nú teir rógva á heimasjógvi, sigur hann.
Klaksvíkingur vinnur FM, um teir koma á mál, men sigurin á ólavsøku hevur nógv at siga.
– Ólavsøku róðurin kann kanska samanberast við steypafinaluna í fótbólti. Nú vinna vit nokk FM um vit koma á mál, men krúnan á verkið verður sett við at vinna ólavsøkusigurin. Tað er eitt skot eftir í byrsuni, sum tú hevur, har startur, miðróður og endaspurtur skulu vísa, hvør samanlagt verður besti báturin seinata FM róðurin, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið.
Hann heldur ikki, at tað at munurin aftur til Suðuroyingin er minkaður seinastu stevnurnar vísir ábendingar um, at Suðuroyingur fer at taka Klaksvíking á ólavsøku.
– Tað vísir bara, at um vit ikki gera okkara allarbesta, so vinna vit ikki. Eg haldi, at Suðuroyingur er betri enn í fjør og teir hava hugt eftir, hvat Klaksvíkingur ger, tí teir rógva betri. Teir gera, at vit vera trýstir og mugu kýta okkum fyri at vinna, sigur Magnus Norðberg.




