Tað verður Bill M. Jacobsen, ið kemur at standa á odda fyri TB liðinum í botnbrakinum í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.
TB formaðurin André Dalfoss váttar fyri Norðlýsinum, at Bill stendur á odda fyri liðinum í dag. Nú AB vann á EB/Streymi, so hevur hesin dysturin fingið enn størri týdning, tí taparin av dystinum endar í keðiligari støðu undir niðurflytingarstrikuni.
Dysturin millum Víking og TB byrjar kl. 15.00 og dómari verður Alex Troleis.




