Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðar hugsjón Fámara 4000 undirskriftir

Tíðindaskriv

Framtíðar hugsjón Fámara 4000 undirskriftir

Í morgin fer Rúni Jacobsen, sum seinastu tvey árini hevur búð í Fámara, at handa Jacob Vestergaard, landssýrismanni, yvir 4000 undirskriftir við áheitan viðvíkjandi festinum. Handanin fer fram við tinghúsið kl. 9.15

Tær góðar 4000 undirskriftirnar fyri eini framtíðar hugsjón um Fámara, sum í seinastuni eru savnaðar kring landið og á netinum, verða í morgin handaðar Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni.

Saman við undirskriftunum fer Rúni Jacobsenat handa landsstýrismanninum ein faldara við framtíðar hugsjónini um Fámara, sum tey nevna “Meira enn bara Fámara”. Faldarin telur 25 A4 síður, sum lýsa eina einstandandi spennandi og mennandi verkætlan.

“Meira enn bara Fámara”-ætlanin er at gera Fámara til ein fíggjarligan og umhvørvisligan burðardyggan frístað, har arbeitt verður á trimum høvuðsøkjum, sum fevna um landbúnað, ferðavinnu, mentan og sosial tiltøk.

Undirskriftirnar hava ligið kring landið í nakrar dagar, men tíverri ikki í øllum bygdum. Johan, Rakul og Rúni hava ikki sjálvi havt møguleika at lagt undirskriftirnar út, so tað hevur verið við hjálp frá sjálvbodnum, at hetta arbeiðið er gjørt. Høvdu undirskriftirnar havt ligið allastaðni, er eingin ivi um, at tær høvdu verið nógv fleiri í tali.


Undirskriftin er soljóðandi:

Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara.

Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt. Eg vil við míni undirskrift stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu- og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum.