Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Fólkatalið er eingin stórur trupulleiki

Danial Viðoy

Bill Justinesen úr Miðflokkinum metir ikki fólkatalið verða tann stóra trupulleikan í Føroyum. Vit eru á sama fólkatalið, sum tá ið vit vóru flest og vit gera nógvar íløgur til tey, sum koma heimaftur. Íløgur á fýra til fimm milliardir.

– Í 1988-89 lótu vit ein barnakekk til familjur og fingu eitt ordans “babyboom”, fortelur Bill Justinesen.

– Kanska vit burdu givið ein barnakekk afturat, tí tað er prógvað, at tað riggar. Tey børnini, sum tá komu til verðina, helst orsakað av barnakekkinum, eru nógv uttanlands og nema sær útbúgving í dag.

– Vit gera nógv fyri, at hesi skulu koma heimaftur eftir loknan lestur, heldur annar tingmaðurin úr Miðflokkinum.

– Vit byggja út sum ongantíð fyrr. Landssjúkrahús, marknagilsdepilin, miðnámsskúlar norðanfyri verða bygdir út og heim við serligum tørvi verða bygd norðanfyri.

– Til samans byggja vit út fyri 4-5 milliardir tey næstu fýra-fimm árini, um vit eisini taka aðrar útbyggingar so sum tunnlar við.

– Hetta kemur at vera við til, at fleiri fólk flyta heimaftur; eisini tey frá barnakekkinum frá ’88 og ’89, sigur Bill Justinesen av tingins røðarapalli í løtuni.