Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Føroyingar hava eina góða sak

Danial Viðoy

Tað sigur Morten Messerschmidt úr Dansk Folkeparti, sum eisini er limur í Evropa-Parlamentinum. – Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, hevur ikki hugsað um, at sanktiónirnar mótvegis Føroyum eru í stríð við donsku grundlógina. Føroyingar ovfiska heldur ikki, sigur Messerschmidt.

Tað sigur Morten Messerschmidt úr Dansk Folkeparti, sum eisini er limur í Evropa-Parlamentinum. – Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, hevur ikki hugsað um, at sanktiónirnar mótvegis Føroyum eru í stríð við donsku grundlógina. Føroyingar ovfiska heldur ikki, sigur Messerschmidt.

– Tað stríðir ímóti donsku grundlógini, at Danmark eftir ætlan skal forbjóða føroyskum skipum at koma á danskar havnir.

Soleiðis orðar Morten Messerschmidt seg, eftir at ES-komissiónin mikudagin samtyktu at fáa lag revsitiltøk mótvegis Føroyum orsakað av ovfisking av sild í Norðuratlantshavi.

– Matvørumálaráðharrin skuldi tikið atlit til og víst ES-komissiónini á, at føroyingar eru danskir statsborgarar, og at ásetingar í grundlógini gera tað trupult at liva upp til, at føroysk fiskiskip ikki kunnu koma at donskum havnum, hartar Messerschmidt.

Føroyingar eru partur av danska ríkisfelagsskapinum, og Mette Gjerskov (S) hevur umborið seg, at ES nú hevur samtykt revsitiltøk í staðin fyri at finna eina semju við Føroyar.

Revsitiltøkini fara at hava við sær – sum vit so væl og virðiliga hava hoyrt seinastu dagarnar – at føroysk fiskiskip ikki sleppa at leggja at havnum í ES og heldur ikki selja fisk til limalond hjá ES.

Morten Messerschmidt heldur, at revsitiltøkini stríða í móti prinsippinum um eins viðferð av donskum ríkisborgarum.

– Hetta snýr seg um ta donsku grundlógina, um danskt sjálvræði (suverænitet). Tað er einki meira heilagt enn júst hetta við grundlógar-prinsippum, sigur Messerschmidt, sum av hesi grund meinar, at føroyingar hava eina góða sak.

– Føroyingar hava eina ótrúliga góða sak. Sildastovnurin er nógv størri og betri fyri enn tær kvotur, sum eru givnar. Og tann stóri sildastovnurin er við til at hótta aðrar fiskastovnar. Sildin etur í roynd og veru hini fiskasløgini, og tað ger at maritima margfeldi gerst nógv veikari! ger Morten Messerschmidt greitt.

Kelda: dagens.dk