Røða hjá Kristinu Háfoss tilviðgerð av Ólavsøkurøðu løgmans 2013
Vitføroyingar búgva í einum av heimsins ríkastu londum. Helst heimsins ríkasta ummált verður eftir tilfeingi pr. íbúgva.
Vit hava eittvitandi fólk, ovurstórt náttúruríkidømi, skipað vælferðarsamfelag og stórarsamstarvsmøguleikar.
Eisini gevurokkara støða sum lítið land okkum gyltar møguleikar at tillaga okkum skjótt, ogstøðugt menna okkum í samsvari við nýggjar umstøður og avbjóðingar.
Enn hava vit tóikki dugað at gagnnýta møguleikarnar hjá okkum landi til fullnar. Langt frá.
Hetta er fyrstog fremst vegna manglandi og ófullfíggjaðar politiskar avgerðir.
Tann dagin taðeydnast at fáa eina leiðslu í landinum, ið megnar:
– atseta greið mál fyri landið,
– atskapa breiðar langtíðarsemjur um stórmál, og
– atfremja ein málrættaðan politikk fyri at røkka hesum málum,
tá eru taðnærum ikki mørk fyri, hvørji mál okkara tjóð kann røkka.
Tí fólkið vil ogmegnar so ómetaliga nógv meira enn tað, ið núverandi politiska leiðslan megnarog vil.
Hvørji eru málini og hvar er reyði tráðurin ?
ÁrsinsÓlavsøkurøða vísti tíverri, at henda samgongan hvørki megnar ella vil taka teystig, ið skulu til, fyri at skipa okkara land og samfelag best møguligt.
Røðan manglaðií ómetaliga stóran mun politiskar og visionerar málsetningar. Í staðin varrøðan ein long røð av uppramsing av ymsum, ið arbeitt verður við úti íaðalráðunum.
Fleiri av málunum eru mál, ið vórðu sett í gongd av undanfarnum samgongum, ogenn eru á listanum yvir mál, sum skulu koma á mál. Tað er tó gott, at samgonganarbeiðir víðari við fleiri av málunum, ið undanfarnu samgongur settu í verk –eitt nú Marknagilsdepilin og vardir bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Kennist sum røðaner samansett av ymsum embætisfólkum í ymsu ráðunum, uttan at politiska leiðslanhevur givið sær far um, hvør reyði tráðurin og yvirskipaða politiska málið er áymsu økjunum. Tí sera trupult er at fáa eyga á nakran politiskan boðskap ella langtíðarvisjóní røðuni.
Broyta mátan, ið løgmansrøðan verður skipað
Tá hevði veriðbetur um løgmansrøðan var styttri, og yvirskipað vísti á, hvørja kós og hvønnpolitikk samgongan hevði sett sær fyri á ymsu økjunum, meðan landsstýrisfólkinikundu havt meira ítøkiliga frágreiðing um teirra øki sum fylgiskjøl tilfrágreiðingina.
Ongi politisk mál fyri fleiri týðandisamfelagsøki
Tì sjálvt ikki innan stór og týðandi samfelagsøki verður greitt frá, hvør kóslandsins er í Ólavsøkurøðu løgmans. Millum mongu dømini eru hesi:
– Gottat vilji er til, at fremja eina fiskivinnunýskipan, men í røðuni verður onkinevnt um málsetning fyri nýskipanina – bert at ongin semja er um einafiskivinnunýskipan. Væntast kann tí ikki at nakað hendir so leingi henda samgonganstjórnar landinum.
– Eldraøkiðer í andaleypi. Játtanin er ov lág og ongin eldralóg, samstundis sum royndistjórin í Nærverkinum er koyrdur (helst í eini roynd at vaska politiskarhendur). Samstundis verður fráboðað, at eldraøkið skal út til kommunurnar um 5mánaðar.
Eisini hóast kommunurnar als ikki vilja yvirtaka hetta økið í verandi støðu.
– Einaferðenn verður sagt, at fólkaskúlin skal skipast í meira hóskandi eindir.
Hóast landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur fráboðað, at hann ikki fer at leggjaskúlar saman í størri eindir.
– Skálafjarðatunnilinskal gerast av tí privata. Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum, Landsverk,andstøðan og fleiri onnur hava víst á, at hetta ikki er rætta loysnin.
– Játtanintil útbúgvingar á Fróðskaparsetinum hækkar ikki. Hóast ómetaliga stóran tørv áhesi raðfesting, um ynskt veruliga verður at venda fólkaminking tilfólkavøkstur. Sjálvt Havrannsóknskipið skal nú gerast av privatum – og ferhetta – eins og við Skálafjarðatunnlinum – at geva føroyingum eina munandidýrari loysn.
– Ongarætlanir eru um, at seta í verk øll átøkini, ið mælt vórðu til í álitinum ífólkavøkstur. Hetta sóu vit eisini undir viðgerðini av fíggjarkørmunum fyri2014.
– Hartilhevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fráboðað, at fleiri skattalættar eruávegis. Í Ólavsøkurøðuni verður tó onki sagt um hetta. Hvør er ætlanin ?
– Mentanarpolitiskttykjast als ongi mál vera sett, eins og boðað verður frá, at farast nú skalundir at orða ein vinnupolitikk. Gott at samgongan umsíðir sær, at so at siga onginvinnupolitikkur hevur verið í hesi samgonguni. Tykist heldur at talan hevurverið um málsviðgerð frá máli til mál.
Onginstjórnarskipan ella ríkisrættarlig broyting
Heldurikki verða fleiri onnur týðandi stórmál nevnd.
Stjórnarskipan okkara verður ikki nevnd við einumorði, eins og trupulleikar okkara av, at vit eru í eini undarligari hvørki-støðutá umræður okkara altjóða rættarligu støðu, har vit hvørki eru Føroyar ellaDanmark, men “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” heldur ikki verðurnevndur við einum orði.
Kann ikki skiljast øðrvísi enn, at samgongan ongarætlanir hevur á hesum økjum.
Ongin virkisætlan fyri Føroyar eftirES-boykott
Hvør er so virkisætlanin, nú handilsboykott verður sett í verk av Danmarkog ES móti Føroyum ? Hevur landsstýrið saman við vinnuni ikki kortlagt verandistøðu, og støðuna eftir eitt boykott, og hvat gjørt verður fyri at samfelagiðskal missa so lítið og vinna sum mest av handilsboykottinum ? Ikki eitt orð umnakra virkisætlan. Nevnt verður bert, at ynskt verður at samráðast til eina oghvørja tíð. Men spurningurin er, er hetta rætt ?
Skulu vit samráðast um handilsboykott verður sett íverk ? Nei.
Skulu vit krevja at handilsboykottið verður avtikiðáðrenn samráðingar vera, tí annars ber ikki til at samráðast sum javnbjóðispartar ? Ja.
Hevði væntað at henda søguliga spenta støðan, iðFøroyar eru í mótvegis ES og Danmark í hesum døgum – og serliga júst í dag, táserstaka ES-nevndin hevur tikið endaliga støðu til málið – fylti nakað vælmeira í røðu løgmans. Men so skuldi ikki verða. Kanska tí, at løgmaður ikkitrýr uppá nakað boykott, so sum hann sjálvur tók til í útvarpinum herfyri.
Men veruleikin er ein annar – og tað hendir her ognú – og Føroya fólk hevur krav uppá at fáa greitt at vita, hvat ítøkiligaverður gjørt frá landsins leiðslu, fyri at tryggja at samfelagið kemur sum bestburturúr støðuni. Hetta átti Ólavsøkurøða løgmans í minsta lagi havt eitt boðuppá.
Fullveldisætlanmerkti sjálvstøðugar Føroyar á Ólavsøku 2012
Samstundisvita vit, at var fullveldisætlanin til veruleika, so vórðu Føroyar skipaðar sumsjálvstøðugt land á Ólavsøku 2012.
Kanska var tað tí, at løgmaður fekk íblástur til“dreymin”, ið hann umrøddi í Ólavsøkurøðuni fyri 2012, har hann vildið skipaFøroyar sum sjálvstøðugt land. Ein dreymur, ið tykist fullkomiliga at verðahorvin beint eftir, og serliga nú 1 ár seinni. Tí løgmansrøðan í ár nevnir ikkiríkisfelagsskapin ella nýskipanir av hesum til ein ríkjafelagsskap millum 3sjálvstøðug lond, við einum tí einasta orði.
Varð fullveldisæltanin til veruleika, og megnaðipolitiska leiðslan – saman við fólkinum og vinnuni – at taka røttu avgerðirnar,kundi løgmaður í Ólavsøkurøðu síni í 2013 m.a. kunna staðfest fylgjandi:.
Ólavsøkurøðan- so sum hon kundi verið
“Vit hava nú veriðsjálvstøðugt land og fólk í 1 ár.
Hettamerkir, at vit nú í 1 ár hava havt fullan limaskap í altjóða samfelagnum, og havanú fulla ábyrgd av at skipa okkara samfelag soleiðis, at vit fáa framgongd áøllum økjum til frama fyri alt fólkið í Føroyum.
Úrslitinitala sítt greiða mál. Tí vit hava flutt landið og fólkið longur fram seinastufáu árini, enn Føroyar og føroyingar hava flutt seg seinastu 100 árini.
Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at føroyingar havavalt at taka fult ræði av egnum landi.
Føroyingar luttaka tí nú á jøvnum føti við aðrar tjóðir íalheimsfelagsskapum, so sum Sameindu Tjóðum, WTO, Arktiska Ráðnum,Norðurlandaráðnum, Olymisku leikunum, Eurovision o.s.fr. Gamliríkisfelagsskapurin er umskipaður til ein veruligan felagsskap millumsjálvstøðug og javnbjóðis lond.
Føroyar hava umsíðir eina rødd í altjóða samfelagnum, ogeru við har avgerðir verða tiknar.
Ótalligar dyr eru latnar upp, og eitt stórt tal av handils- ogsamstarvssáttmálum gjørdir. Hesir hava givið føroyingum og føroyskari vinnu munandisterkari samband við lond kring allan heim, og hetta hevur gjørt, atES-marknaðurin ikki longur er altavgerandi fyri føroyska útflutningsvinnu.
Saman hava vit nú rokkið stóru málunum, ið vit settu fyrifáum árum síðan.
Nýggj mál eru nú sett fyri komandi árið, fyri valskeiðið, og eisini eru greiðmál sett og ítøkiligar virkisætlanir gjørdar í eini 10-ára menningarætlan fyrilandið.
Hetta er ein ætlan, ið skal tryggja støðuga menning áøllum økjum, og fyri at tryggja at málini verða rokkin, er ætlanin sjálvandi kjølfestbreitt í politisku skipanini.”
Málið kundi verið rokkið – og nýggj mál sett
Hetta kundi verið partur av Ólavsøkurøðu løgmans anno 2013 – um teir flokkar,ið áðrenn hvørt val siga seg vilja virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum,hildu tað teir lovaðu. Men tað hava teir ikki gjørt – Fólkaflokkurin,Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Tvørtur ímóti. Tí saman hava teir framt mestsambandssinnaða og asosiala politikkin nakrantíð, tá teir eitt nú hava:
– hækkað ríkisveitingina fyri fyrstu ferð í 10 ár,
– tømt Búskapargrunnin,
– brúkt framtíðar pensjónsskattainntøkur nú,
– framt mest asosiala skattalætta nakrantíð, og
avtikið Landsbanka Føroya.
Sjálvt heimtøka avábyrgdini av útlendingamálum er ongin peningur settur av til – heldur ikki ífíggjarkørmunum fyri 2014.
Fólkið vil aðra kós enn núverandisambandssamgonga
Fólkið vil annars nakað annað. Tí ein stórur meiriluti er á Løgtingi fyrieinum sjálvstøðugum Føroyum – hetta um fólk skulu trúgva teimum flokkum, iðsiga seg vilja virka fyri hesum.
Sjálvt leiðariSambandsfloksins – og løgmaður – boðaði í Ólavsøkurøðuni í fjør frá, at hann hevðiein dreym um, at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land, og at ríkisfelagsskapurinvarð umskipaður til ein felagsskap millum sjálvstøðug lond.
Endiliga tyktist breið semja vera í eygsjón. Kundi verið ein sera stór løta í føroyskumpolitikki, men síðan tá hevur politikkurin tó peikað í allar aðrar ættir ennmóti einum sjálvstøðugum Føroyum.
Hvar bleiv dreymurin av ?
Hetta er eitt av ótalligumdømum um, at tað – við núverandi stjórn – ber til at siga hvat sum helst, ogsamstundis gera beint tað mótsatta. Hetta undirgravar álitið á landsins leiðsluog landsins framtíð.
Tí skylda løgmaður –og hinir flokkarnir Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin – Føroyafólki at svara:”Hvat ger samgongan ítøkiliga fyri, at tryggja føroyingum fullanlimaskap í altjóða samfelagnum, og at umskipa samstarvið við Danmark soleiðisat talan verður um ein veruligan felagsskap millum javnbjóðis, sjálvstøðu lond?”
Felags átøk eftir boykott frá ES og Danmark
Nú ES og Danmark hava samtyktboykott móti Føroyum, vil eg at enda mæla til, at allir flokkar á Løgtingisaman senda skrivliga áheitan til donsku stjórnina – og gjarna eisini til aðrarstjórnir – har mælt staðiliga verður frá, at stongja havnir og seta í verkhandilsforðingar.
Vil samstundis mæla løgmanni til at persónliga at fara á fund við øllviðkomandi tingfólk, politikarar og embætisfólk í ES fyri at ávirka málið íES-høpi. Eisini skal landsstýrið nýta allar møguleikar fyri at fáa boðskapFøroya út, herundir má samskiftisfólk løgmans leggja alla orku í, at fáa okkaraboðskap út í miðlar í ES, og støðugt svara ákærum, ið verða reistar í ymsummiðlum í ES.
Tí tað verða ongionnur enn vit sjálvi, ið koma at virka fyri okkara rættindum.
So latið okkum gera tað til fullnar – og latið okkum gera tað saman.
Fólkaatkvøðu sum skjótast
Og latið okkum eisini sumskjótast geva føroyingum sama møguleika sum skotar í 2014, og harvið møguleikanat koma á fólkaatkvøðu fyri at svara spurninginum:
”Ynskir tú, at Føroyargerast sjálvstøðugt land?”
Á Løgtingi, 31. juli 2013
KristinaHáfoss
Løgtingskvinnafyri Tjóðveldi




