Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu Føroyar nú siga farvæl við kristindómin?

Lesarabræv

Tað var ikki sørt provokerandi, at frætta um tað sum hendi í Havn tann 27. juli 2013, tá 6.000 fólk gingu skrúðgongu á Faroe Pride, fyri at stuðla LGBT í Føroyum “í bardaganum í at skapa eitt samfelag har allir borgarar verða javntsettir”. Vísandi til tíðindaskriv í hesum sambandi, skal eg hervið koma við fylgjandi viðmerking:

Vit eru skapt og formað til at liva í einum heterogenum hjúnarbandi – tað er indiskutibult. Okkara kyn verður avgjørt í tí løtu, vit verða gitin. Tað fyrsta sum verður kannað, tá vit verða fødd, er okkara kyn. Parløg við tveimun av sama kyni er ikki naturligt.

Útsøgnin um at tey samkyndu eru “annanrangs borgarar í sínum egnum landi” er ein myta!

Málsetningurin at “javnseta samkynd og hinskynd í hjúnarbandslógini” er ein illusjón! Vit skulu javnseta tað sum er naturligt, við tað sum er ónaturligt. Hettar kann bert gerast, um vit nýta lægsta felagsnevnara. Virðingin fyri hjúnarbandinum kann ikki annað enn lækka.

Tey seinru mongu árini, hevur virðingin fyri hjúnarbandinum verið støðugt dalandi. Tað byrjaði í 60´unum við ungdómsupprørinum og tí fría seksualmoralinum. Í dag hevur samfelagið góðtikið “pappírleys” parløg, og eingin hugsar meir um hettar. Nú vilja tey samkyndu hava “pappír” uppá sítt forhold – ein ódámlig gongd má sigast. Er tíðin ikki komin til at vit nú “síggja skriftina á vegginum”, og siga her til og ikki longur?

Lógin um tað naturliga hjúnarbandi – sum hevur verið galdandi í óteljandi øldir – hevur verið ein av grundstuðlunum í okkara kristna samfelagi, og eigur framvegis at vera tað. Tey samkyndu kunnu fáa somu rættindir, sum tey “papírleysu” pørini, og fáa status sum samlivandi. So hava vit øll eitt væl og pláss verður fyri øllum. Broyta vit hjúnabandslógina, fáa vit eina skipan, sum hvørki er fuglur ella fiskur. Okkara eftirkomarar fara ikki at takka okkum fyri okkara “frísinni” – tvørturimóti.

Byggið ikki okkara lítla og skroypiliga samfelag uppá mytir og illusjónir – lærið av søguni!

Anna Joensen