Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðarin: Livandi tænastufyritøkur

John William Joensen

Klaksvík, Norðoygjar og Eysturoyggin hava í mong ár verið, og eru framvegis, ein framleiðandi eind av fiskavørum til útflutnings. Av hesum hava avleiddu vinnurnar vaksið seg fram og umframt at givið arbeiði til nógvar hendur, eru tænastu- og handilsvinnur sportnar og mentar.

Klaksvík, Norðoygjar og Eysturoyggin hava í mong ár verið, og eru framvegis, ein framleiðandi eind av fiskavørum til útflutnings. Av hesum hava avleiddu vinnurnar vaksið seg fram og umframt at givið arbeiði til nógvar hendur, eru tænastu- og handilsvinnur sportnar og mentar.

Tænastu- og handilsvinnur fáa eitt betri lív, tess sterkari og fjølbroyttari kunda- og viðskiftabólkurin er og ikki minst, at tá henda menningin økist, ber uppaftur betri til at geva fólkinum eina dyggari tænastu.

Tí hevur tað stóran týdning, at ein býur sum Klaksvík og eitt øki sum Norðoyggjar og nú eisini stórur partur av Eysturoynni gerast fólkaríkari, alskins fyritøkur styrkjast, dynamikkurin og synergieffektin tekur til.

Hóast økið er sterkt, og arbeiðsloysið lutfalsliga lágt, verður neyðugt við stimbrandi tiltøkum, sum eiga at koma frá vinnulívinum og eisini at tilhoyrandi almennir stovnar fáa loyvi at virka í økinum.

Granskingarætlanir hava seinastu árini fingið fótin fyri seg í Føroyum, og týdningurin av, at granskingin liggur so tætt at framleiðsluvitanini sum gjørligt, eigur eisini at gerast møguleikar í hesum sterka økinum.

Tí er neyðugt at økið brynjar seg væl til komandi tíðir, har framleiðandi vinnur við avleiddum vinnum birta uppaftur meiri uppundir tænastuvinnurnar og at tilhoyrandi almennir stovnar í økinum fáast at virka uppaftur betri.

Ein so stórur partur av arbeiðsskapandi vinnum fer at styrkja “livandi tænastu fyritøkurnar” uppaftur meiri.