Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er ein 6-stig dystur

Jákup Ósá

Tað sigur Sigfríður Clementsen undan dystinum millum KÍ og Víking sunnudagin.

Tað sigur Sigfríður Clementsen undan dystinum millum KÍ og Víking sunnudagin.

KÍ og Víkingur møtast sunnudagin í Klaksvík. Liðini liggja á 6. og 7. plássi á stigatalvuni við 19 stigum. Munurin er stuttur bæði til niðurflytingarpláss og til Europa league pláss.

Nýggjur íblástur í Víkingi

Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi. Hann hevur fingið eina góða byrjan við góðum úrslitum í Europa og sigri í sínum einasta dysti í Effodeildini.

– Jú tað hevur gingið væl higartil. Vit hava roynt at fingið tað defensiva uppá pláss og tað hevur gingið rímuliga væl. Nú arbeiða við tí offensiva partinum og tað er truplari. Tí tað vil so vera, at tað er lættari at niðurbróta ein dyst enn at skapa hann, sigur Sigfríður Clementsen. Hann væntar, at Víkingur framyvir fer at spæla meira beinleiðis í sínum spælistíli ímun til frammanundan.


KÍ dysturin

Sunnudagin møtast KÍ og Víkingur. Hetta er ein sera týðandi dystur, metir Víkinga venjarin.

– Hetta er ein 6-stig dystur skilt á tann hátt, at vinnur tú, so fært tú luft niður til botnin, men tapir tú, so rótar tú framvegis har niðri. Hjá okkum ræður fyrst og fremst um ikki at tapa. KÍ eru á hemavølli og tað er teirra uppgáva at mynda dystin. Vit fara at royna at standa kompaktir og finna útav, hvat KÍ kemur við og so tillaga okkum eftir tí, sigur Sigfríður Clementsen. Hann væntar eitt brak av einum dysti, um eitt mál kemur tíðliga. Annars kann tað blíva rættuliga taktiskt.

Víkingur hevur allar leikarar tøkar til dystin, sigur Sigfríður at enda.