Tað byrjar at merkjast í Klaksvík, at Summar festivalurin nærkast.
Á Vágsbøi eru fyrireikingarnar farnar í gongd og við fótbóltsskýlið er arbeiðið at seta tjaldið upp byrjað. Nýggja tjaldingarøkið, ið neyvan kann vera meira sentralt á einum festivali, verður eisini gjørt klárt í hesum døgum. Summar festivalurin byrjar hósdagin í komandi viku og sum vanligt verður roknað við sera nógvum fólkum í Klaksvík teir dagarnar festivalurin er.




