Hóast uppskotið frá landsstýrismanninum um fiskidagar fyri komandi fiskiár og útmeldingarnar frá Sambandsflokkinum tykjast standa langt frá hvørjum øðrum, so sigur løgmaður at ein semja er ávegis í samgonguni.
Hóast uppskotið frá landsstýrismanninum um fiskidagar fyri komandi fiskiár og útmeldingarnar frá Sambandsflokkinum tykjast standa langt frá hvørjum øðrum, so sigur løgmaður at ein semja er ávegis í samgonguni.
Vit náddu ikki at fáa fulla semju í samgonguni áðrenn tíðarfreistin fyri at bera uppskotið niðan í løgtingið fór og tí var semja um at flokkarnir skuldu finna semju meðan nevndarviðgerðin er í løgtinginum, sigur Føroya Løgmaður.
– Vit eru komnir langt og flokkarnir tosað saman um at finna semju og í semjuni verður staðfest at vit í seinasta lagið 2016 hava ein fiskivinnupolitikk sum er fult í tráð við tað vísindaligu ráðgeving sum landsstýrið hevur.
– Í semjuni verður eisini brúkskilda sum kemur at merkja at teir dagar sum ikki verða brúktir verða tiknir úr skipanini. Hetta kann gerast yvir nøkur ár og tað sama er við skerjingini av fiskidøgum.
Ikki lætt at fylgja tilráðing
Løgmaður viðgongur at tað er ikki lætt hjá politisku skipanini at meta um hvat er rættast at gera tá vísindaliga ráðgevingin er so ymisk.
– Fiskiveiðan og tað veruliga veiðutrýsti á føroysku fiskistovnarnar hava seinastu mongu árini verið innan fyri tað sum eitt nú ICES metir verða burðardygt. Tað sum fiskifrøðin óttast er at í skipanini eru sera nógvir dagar sum kunnu verða aktiveraðir um fiskiskapurin batnar aftur og tí er vandi fyri at veiðitrýsti aftur verður ov høgt.
– Men eg kann staðfesta at samstundis sum okkara egna fiskifrøði mælir til skerjinga av eitt nú upsafiskiskapinum so hevur júst føroyski upsafiskiskapurin fingið altjóða viðurkenning sum burðardyggur.
– Norskir fiskfrøðingar viðurkenna at stóru makrelstovnarnir ávirka onnur fiskasløg og eg læs fyri kortum at í Norra sigur fiskifrøðin at makrelur etur m.a. toska yngul. Hetta vilja føroyskir fiskifrøðingar ikki viðurkenna.
Fiskidagarnir verða skerdir
Løgmaður vil ikki siga hvussu nógv, men hann er púra greiður at talan verður um eina skerjing í døgunum.
Samstundis vísir hann aftur at skerjingin sum samgongan ætlar at gera fer at gera umstøðurnar truplari hjá teimum sum eru virknir í fiskivinnuni.
– Vit hava givið heimaflotanum betri møguleikar at veiða við at áseta teimum kvotu á Flemish Cap. Línu skipini hava í ár havt betri veiðumøguleikar enn undanfarin ár.




