Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týskt-føroyskt samstarv

Summarfestivalurin

Summar Festivalurin bjóðar komandi vikuskiftið framførslu við við einari týskari og einari føroyskari songkvinnu.

Summar Festivalurin bjóðar komandi vikuskiftið framførslu við við einari týskari og einari føroyskari songkvinnu.

Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík, men á Summar Festivalinum ber til at hoyra tær framføra saman.

Asta Højgaard, sum er kendur úr Faroe5, og eisini hevur sungið í bólkinum Quarter To Three, hevur búð eina tíð í Týsklandi, og tað var har, hon hitti 27 ára gomlu Lisu Kaisinger, sum umframt at syngja eisini spælir gittar og klaver.

Tær báðar fóru veruliga á bylgjulongd tónleikaliga og hava arbeitt nógv saman um tónleik seinastu tíðina. Tær hava havt onkrar framførslur í Týsklandi, og nú ber til at uppliva tær á føroyskum palli fyri fyrstu ferð.

Tað verður fríggjakvøldið kl. 19.00, at tær hava framførslu á Torginum.