Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvirra í Christianskirkjuni

SF

Sum nakað nýtt fer Christianskirkjan at hava opið allar dagarnar á Summar Festivalinum.

Sum nakað nýtt fer Christianskirkjan at hava opið allar dagarnar á Summar Festivalinum.

Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið frá kl. 19.00-22.00 verður møguligt hjá festivalgestum og øðrum at leita sær inn í kirkjurúmið í Christianskirkjuni til eina stilla løtu og at tendra eitt ljós.

Andakt verður hvørt kvøld frá kl. 21.00, og øll eru hjartaliga væl komin, boða prestarnir Magnus Brahé Jørgensen, Marjun Lómaklett og Maria Jørðdal Niclasen frá.