230 campingvognar hava biðið um pláss á Summar Festivalinum, og longu nú eru nógvir campingvognar komnir inn á campingøkið á Sandinum.
230 campingvognar hava biðið um pláss á Summar Festivalinum, og longu nú eru nógvir campingvognar komnir inn á campingøkið á Sandinum.
So at siga allir campingvognar í landinum savnast hesa vikuna í Klaksvík. Summar Festivalurin dregur nógv fólk, og tað hevur verið sera væl umtókt øll árini at fara á festival við campingvogni.
Soleiðis er aftur í ár, og umleið 230 campingvognar hava biðið um pláss á Summar Festivalinum. Allarflestu av campingvognunum hava fingið pláss á útfyllingini á Sandinum, har campingøki hevur verið í fleiri ár.
Á middegi í dag lat hetta campingøkið upp, og húsvognar stóðu í langari bíðirøð fyri at sleppa inn á økið. Nógv fólk brúka alla vikuna á campingøkinum, og longu nú er lív komið. Fólk stákast, gera sær vognin til reiðar, og børn spæl úti í góðveðrinum.
(Myndir: Høgni Biskopstø):




