Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðan Summar Festival!

Jógvan Skorheim

Nú verður tann 10. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Landsins størsta tónleikatiltak bjóðar føroyingum og útlendingum eina festivaluppliving í heimsflokki, og aftur í ár verður roknað við sera stórari festivalfjøld.

Nú verður tann 10. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Landsins størsta tónleikatiltak bjóðar føroyingum og útlendingum eina festivaluppliving í heimsflokki, og aftur í ár verður roknað við sera stórari festivalfjøld.

Tað var ein framúr summardag í 2004, at Summar Festivalurin av álvara legði frá landi. Ein leygardagur við sólskini, góðum lag og frálíkum tónleiki gjørdi, at Summar Festivalurin kom sera væl frá byrjan. Øll árini síðani hevur undirtøkan fyri festivalinum verið sera góð, og hóast onkrir brotasjógvar hava verið á vegnum, hevur festivalurin staðið stinnur og sterkur og er eitt livandi dømi um áræði, kreativitet og framfýsni hjá fólki her í økinum.

Tað var eitt djarvt, men framúr gott hugskot at gera ein tónleikafestival í Klaksvík seint á sumrinum. Tey vóru ivaleyst fá, sum at byrja við skiltu, hvussu gott hugskotið var, og hvussu stórt tiltakið kundi blíva. Eftir fáum árum var Summar Festivalurin landsins størsta tónleikatiltak, og upp í 10.000 fólk hava okkurt árið verið á Summar Festivali.

Á pallinum hava vit upplivað heimskend nøvn, sum vit annars bert kendu frá fløgum og miðlum. Hvør hevði fyri 10 árum síðani torað at hugsað tankan, at rockbólkurin Scorpions,dreingjabólkurin Westlife, Spice-gentan Melanie C og Bee Gees-beiggin Robin Gibb skuldu hava konsertir á Vágsbøi. Tað mundi ikki ein gongd verða ein dreymur hjá okkum, tá ið Summar Festivalurin varð fyriskipaður av fyrstan tíð.

Men hesi árini síðani 2004 hava víst, at Summar Festivalurinferð eftir ferð hevur megnað at skapa eitt risastórt og framúr gott tiltak. Undirtøkan millum fólk – bæði í Klaksvík og aðrastaðni – hevur verið einastandandi góð, og tí er aftur í ár lagt upp til eitt fantastiskan festival mitt í Klaksvík. Úr útheiminum koma kendir tónleikarar, men teir føroysku tónleikararnir smæðast avgjørt ikki burtur og spæla ein týdningarmiklan leiklut á festivalinum.

Fyriskipararnir av Summar Festivalinum eiga stóran heiður fyri, at teir áhaldandi hava skipað fyri hesum stóra tiltaki, og øll tey, ið hava viðvirkað á ymsan hátt til at gera Summar Festivalin til tað, hann er, eiga somuleiðis stóra tøkk uppiborna. Klaksvíkar kommuna hevur frá byrjan verið ein positivur viðspælari hjá Summar Festivalinum. Vit eru errin av at hýsa hesum tiltaki í býnum, og vit hava øll árini gjørt okkara íkast til at skapa góðar karmar kring festivalin. Tað fara eisini at gera frameftir.

Summar Festivalurin er ikki bert tónleikur á palli. Tað er eisini fólkalív. Fólk úr øllum landinum og úr útlandinum hittast í Klaksvík til eitt langt vikuskiftið, har lagið er gott, og upplivingarnar nógvar. Eg vil sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu ynskja øllum vælkomnum til býin. Klaksvík tekur ímóti sínum gestum við opnum ørmum, og vit vóna, at øll fáa ein góðan Summar Festival.

Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Harleyfacadeacryl