Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mannsterk úr Vestmanna

Danial Viðoy

SF: Vestmanna er kampingbygd burturav og tað sæst eisini á kampingøkinum á Summar Festivalinum. Sera nógvir húsvognar eru úr Vestmanna. – Ein kona tekur so rívan til og sigur, at vestmenningar telja helvtina av gestunum á kampingøkinum.

SF: Vestmanna er kampingbygd burturav og tað sæst eisini á kampingøkinum á Summar Festivalinum. Sera nógvir húsvognar eru úr Vestmanna. – Ein kona tekur so rívan til og sigur, at vestmenningar telja helvtina av gestunum á kampingøkinum.

Vestmanna er ferðavinnubygdin fram um allar aðrar bygdir í Føroyum. Tað eru eisini sera nógvar familjur í Vestmanna, sum eiga húsvogn. – Helst eiga vestmenningar flestar húsvognar pr. íbúgva, metir onnur konan úr Vestmanna, Norðlýsið fekk orðið á. – Sí mynd niðanfyri.

– Allarflestu vestmenningar vóru tíðliga á veg. Vit vóru longu her norði sunnukvøldið við vogninum og fingu ein klaksvíking at koyra hann inn á økið mánadagin, fortelur fryntliga konan til høgru á myndini niðanfyri, sum vit ikki fingu navnið á av ov lítlum forvitisskapi.

– Ein riðil av vestmenningum fóru úr Vestmanna mánamorgunin klokkan tíggju hertóku Klaksvíkina á middegi, sigur konan til vinstru.

Hesar báðar hava verið á Summar Festivali fyrr. Onnur konan fortelur frá váta festivalinum í 2011:

– Tað var seinast eg var á festival og hevði tá lítlan og ongan hug at fara á festival aftur. Eg var einsamøll kona saman við seks børnum. Tað einast eg gjørdi tá, var at skifta børnum, sum høvdu fingið karm.

– Men í ár havi eg mannað meg upp aftur og gleði meg nógv. Sum eg skilji á lagnum verður veðrið gott í ár.

Harleyfacadeacryl