Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Standa seg ikki at koyra armbond uppá

Danial Viðoy

SF: Arbeiðsfólk á Føroya Tele, har fólk eisini kunnu fáa sær armband upp á til Summar Festivalin, hava úr at gera í dag. Eisini fáast armbond í Norðoya Sparikassa.

SF: Arbeiðsfólk á Føroya Tele, har fólk eisini kunnu fáa sær armband upp á til Summar Festivalin, hava úr at gera í dag. Eisini fáast armbond í Norðoya Sparikassa.

Líkt er til at nógv atgongumerki eru seld til árliga Summar Festival. Arbeiðsfólkini á Føroya Tele standa seg ikki at koyra armbond upp á hjá spentum og ágrýtnum festivalgestum. – Tað er ein luksustrupulleiki, hóast alt.

Nógv fólk ganga í sólini í Klaksvík í dag og veipa við annaðhvørt atgongumerki ella armbandi til Summar Festivalin.

Røðin av fólki stendur hálvavegna út í tún á Føroya Tele í løtuni.