Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grímur sleppur ikki á Summar Festival

Danial Viðoy

SF: Tað eru ikki øll, sum sleppa ella kunnu fara á Summar Festival. Grímur Poulsen er sjómaður og skal av stað í kvøld við Norðborg. – Tað má ein sjómaður bara góðtaka, viðgongur Grímur, sum júst var við damuni, ið skuldi hava armband.

Norðborg og Christian í Grótinum fara báðir avstað klokkan átta í kvøld á makrelveiðu. Tað eru nógvir klaksvíkingar og norðoyingar yvirhøvur við hesum báðum rokskipunum. Grímur Poulsen er ein teirra.

– Eg hevði atgongumerki til Summar Festivalin og hevði ætlað mær at farið á festival. Men mann veit ongantíð, tá ið mann er sjómaður. Tað eri eg eisini greiður yvir, sigur hann.

– Nú fer daman einsamøll á festival, men hon skal nokk fara at hugna sær, hóast eg ikki verði á festival.

– Atgongumerkið slapp eg lættliga av við; tað er gravgangur eftir atgongumerkjum til festivalin, endar hann við at siga.

Jú onkur skal halda landinum upp og tað eru sjómenn raskir til, uttan iva!