Klaksvíkar sjónleikarafelag luttekur í hesum døgum á norðurlendskari barnasjónleikarafestival í Østersund í Svøríki.
Klaksvíkar sjónleikarafelag luttekur í hesum døgum á norðurlendskari barnasjónleikarafestival í Østersund í Svøríki.
Felagið tekur lut við egnari útgávu av søgnini um kópakonuna. Leikstjóri er Sóley Danielsen og leikararnir eru 13 í tali 11-15 ára aldur.
Av lutakandi londunum sluppu Klaksvíkingarnir at byrja festivalin við framførslu mikudagin 7.august kl 15. Kópakonan var sýnd fram í Storsjøteatrinum í Østersund.
Østersund er ein býur við umleið sama fólkatali sum Føroyar og liggur við Storsjøen. Býurin liggur mitt í Svøríki og tí kallaður hjarta í Svøríki.
Luttakarnir vóru ógvuliga hugtiknir av háttinum føroysku leikarnir framførdu søgnina.
Viðfest er eisini myndarøðin (7 myndir) frá Mikladali til Østersund




