Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað legst til við stuttleikabátum

Danial Viðoy

SF: Tað hevur verið riðil av bátum inn eftir Vágni á Klaksvík í dag, serliga seinnapartin. Tarabrosmur, toskar, hýsur, seiður og annað fiskaslag hevur allarhelst fingið høvuðbrýggjan av hesum motorlarminum í dag.

Tað eru fleiri hættir at gista á Summar Festivalinum. Í húsi sjálvsagt, tjaldi, húsvogni og ikki minst stuttleikabátum. Ja so eru tey summi, ið fáa framíhjárætt at sova á politistøðini í Klaksvík.

Bátabrúgvarnar eru átremur við bátum. Fram við keikantin norður eru fremmandabátar, umframt teir heimligu útróðrarbátarnir. Jú tað er lív í allastaðni í Klaksvík í hesum døgum, bæði á sjógvi og á landi. Hugaligt.