Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu tjøldini komin upp

Danial Viðoy

Nú eru fyrstu tjaldararnir komnir á nýggja tjaldingarøkið hjá Summar Festivalinum. Tjaldingarøkið lat upp klokkan seks og longu nú eru fleiri tjøld komin upp.

Nú eru fyrstu tjaldararnir komnir á nýggja tjaldingarøkið hjá Summar Festivalinum. Tjaldingarøkið lat upp klokkan seks og longu nú eru fleiri tjøld komin upp.

Fyrireikararnir eru sera spentir upp á, hvussu nýggja tjaldingarøkið á Akursmørk fer at taka seg út. Verður tað ein fadesa ella verður hetta eitt væleydnað tiltak. Vit hella meira til tað seinna.

Ið hvussu er, eru fyrstu tjaldararnir komnir og teir tykjast at hugna sær. Norðlýsið var ein lítlan svipp við myndatólinum fyri góðari løtu síðani.