Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, er ikki samdur við løgmann um niðurstøðuna av samgongufundinum í dag. Teir upplýsingar sum komu fram á fundinum í dag hava als ikki sannført meg um at tað er skilagott at taka undir við tí loysn sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum er komin við, at lata privat útlendskt felag byggja Skálafjarðartunnilin, sigur Bárður Nielsen.

– Eftir fundin í dag eri eg enn meira sannførdur um at man í Innlendismálaráðnum er so ovurhonds fegin um at hava fingið eitt konkret tilboð frá privatum íleggjarum at byggja Skálafjarðartunnilin at man hevur gjørt alt fyri at fáa sáttmálan í hús.
– Eg eri als ikki meira tryggur um hesa loysnina sum vit í veruleikanum ikki kenna samfelagsligu fylgjurnar av.