Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svenskur ríkisdagslimur á Summarfestival

Dávur Winther

Tina Ehn, sum situr í svenska ríkisdegnum (tinginum) las um Summafestivalin í Klaksvík í einum tíðarriti um summarfestivalar í norðurlondum og bleiv so hugtikin av, at eitt so lítið samfelag við 5000 fólkum kundi meir enn tvífalda sítt íbúgvaratal til ein festival, at hon setti sær fyri: Der skal jeg!

Tina Ehn, sum situr í svenska ríkisdegnum (tinginum) las um Summafestivalin í Klaksvík í einum tíðarriti um summarfestivalar í norðurlondum og bleiv so hugtikin av, at eitt so lítið samfelag við 5000 fólkum kundi meir enn tvífalda sítt íbúgvaratal til ein festival, at hon setti sær fyri: Der skal jeg!

Tina, sum er vald fyri Miljöpartiet og er forkvinna í mentanarráðnum, kendi ikki so nógv til Føroyar, men sendi ein teldupost til mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu, Dáva Winther og Eyðun Christiansen, aðalskrivara í KSF, um teir kundu leggja henni eina skrá fyri eina kunningarferð til Føroya, har mentanar- og vinnnnulívið her stóð at breddanum.

Tó vildi hon serliga til Klaksvíkar og fáa eina kunning um vinnu- og mentanarlívið her og serliga fáa eina frá greiðing um Summarfestivalin og onnur líknandi tiltøk, ið hon hevði skilt, vóru mong av í Klaksvík.

Hesa kunningina hevur hon í dag fingið frá Dáva Winther, sum sjálvandi flíggjaði henni atgongumerki til Summarfestivalin eisini. Hans Andor Johannesen, leiðani teknikari fyri tí tøkniliga á Summarfestivalinum gav eisini eina kunning.

Hon var hugtikin at tí spennandi lívi, sum Klaksvík hevur at bjóða. Jú, takk! Varð svarað henni – Klaksvík var einasta kommuna, sum vaks í fjør. Kanska liggur ein av mongu forkláringunum um hetta, júst í tí mentannar- og vinnupolitikki, her verður lagdur fyri dagin. Eisini hevur vakstrarkanningin, sum gjørd var fyri nøkrum árum síðani, kanska verið ein viðspælari til ein enn meiri skipaðan bý?

Ikki tekst burtur, at Klaksvík eigur fleiri undangongufólk í vinnuni og á mentanarøkinum, ið hava stutt frá hugsan til handling.

Tina Ehn og maðurin, sum eisini hava vitjað í Tórshavn, Fuglafirði, Gøtu og aðrastaðni, gleddu seg til eitt spennandi kvøld í Klaksvik, har m.a. Legends stóðu á skráni – Eina góða nátt á Viðareiði og so heimaftur í morgin.