Karl Martin Samuelsen spældi á torginum í nátt.
Og hóast hann sang ‘’tit ræðast meg øll’’, so sást tað ikki aftur á áskoðarafjøldini. Tí tað var nógv fólk, ið vóru lívlig og summi vildu so nær pallinum sum gjørligt, so tey ræddust ikki Karl Martin.
Sangurin vit tosa um er sjálvandi “Torvatrøllið” hjá Joka, sum Karl Martin Samuelsen eisini upprunaliga sang. Eitt brot av honum kann síggjast niðanfyri. Á Summarfestivalinum vóru Magni Husgaard og Mikkjal Hvannastein saman við Karl Martin á pallinum. Teir spældu bæði nýtt og gamalt hjá bólkum, har Karl Martin Samuelsen hevur verið partur av.




