Ein lítil genta var ólukkulig, tí hon sá ein lítlan blóðdropa, av tí hon hevði rivið fingurin eitt lítið sindur av einum regnskjóli á Summarfestivalinum.
Ein lítil genta var ólukkulig, tí hon sá ein lítlan blóðdropa, av tí hon hevði rivið fingurin eitt lítið sindur av einum regnskjóli á Summarfestivalinum.
Hon var so kedd, at hon bert hevði eina troyst í barma – at sleppa heim til mammu sína. Hetta hoyrdu trygdarvørðarnir, sum hildi tað var sind fyri ítlu fittu gentuna at fara til hús fyri hetta lítla prusið.
Teir gjørdu ikki vandari enn at tilkalla samaritarnar um serliga kalliskipanina, sum Summarfestivaløkið hevur. Tveir grannvaksnir samaritar komu í stundini við hvør síni tasku, sum vóru so stórar, at teir illa orkaðu at bera tær.
Úr taskuni fingu teir klipt eitt litið plástur til tann lítla fingurin og løgdu á. Gentan var ovurfegin um allan henda hávan, fólkini handan Summarfestivalin høvdu sett í verk og helt tí órødd fram at hugna sær á økinum.
Pápin, sum er dani, hevur sjálvandi Kim Larsen sum tað heilt stóra navnið á Summarfestivalinum. Sama hevði henda lítla fitta gentan, sum eisini ætlaði sær við til Kim Larsen, segði hon við einum smíli eftir hesa stórhending hennara, sum endaði heilt væl. Hon var væl nøgd við frálíka tænastu.
Samaritarnir lata væl at, at alt gongur friðarligt og væl skipað fyri seg.
(Foreldrini hava givið loyvi til at leggja hesar myndirnar út)




