Soleiðis rungaði í Tele tjaldinum ferð eftir ferð, tá Signar í Homrum gav áskoðarunum eina knasandi góða konsert.
Tað merktist á øllum brøgdum, at Signar í Homrum hevur fingið gjøgnumbrot undir egnum navni. Hansara bólkur, ið eisini fekk vitjan av Jens Tummas Næs – ið ma. spældi í Kjølum saman við Signari í Homrum – til nakrar sangir, var ein tann best umtókti millum áhoyrararnar á øllum festivalinum, sum videobrotini niðanfyri eisini vísa.




