Nú stendur Sjómannadagurin aftur fyri framman, og eftir okkum bíða nakrir sera hugagóðir og hugnaligir dagar í Klaksvík. Sjómannadagurin er ikki bert ein einstakur dagur, hóast leygardagurin er tann stóri dagurin. Fyrireikararnir hava á sera hepnan hátt megnað at fingið spennandi og gevandi tiltøk á skrá fleiri dagar í vikuni, og tað fegnast vit um.
Nú stendur Sjómannadagurin aftur fyri framman, og eftir okkum bíða nakrir sera hugagóðir og hugnaligir dagar í Klaksvík. Sjómannadagurin er ikki bert ein einstakur dagur, hóast leygardagurin er tann stóri dagurin. Fyrireikararnir hava á sera hepnan hátt megnað at fingið spennandi og gevandi tiltøk á skrá fleiri dagar í vikuni, og tað fegnast vit um.
Tað er upplagt, at ein tjóð sum tann føroyska hevur Sjómannadag, og einki er meira upplagt, enn at hesin dagurin verður hildin í Klaksvík, sum er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum. Fyrr í ár hildu vit Fish Fair stevnuna her í býnum, og nú verður eisini farið á Stengurnar, á sjógvin og aðrastaðni fyri nøra um áhugan fyri okkara høvuðsvinnu og geva fólki innlit í tað, sum fer fram í vinnuni.
Klaksvík, sum er vetur fyri Sjómannadagin, hevur verið við í fremstu røð í føroyskari fiskvinnu í nógv ár. Fiskivinnusøgan her í økinum er meiri enn hundrað ára gomul. Tað vóru einstaklingar og feløg, sum sóu møguleikarnar og løgdu nógv fyri, tá ið bátar og skip vórðu fingin til vega, so tað skuldi bera til at royna bæði á nærleiðum og fjarleiðum. Á sjónum hevur menningin verið stútt og støðug, og samanspælið hevur verið gott og nátúrligt við virkini á landi, sum hava virkað veiðuna, og við virkir, sum hava havt við veitingar til skipini og fiskavirkini at gera.
Klaksvík hevur eisini livað við og av fiskivinnu, og fiskvinna á sjógvi og landi var grundarlagið, tá ið fólkatalið í økinum faldaðist fleiri ferðir fyrra partin av tjúgundu øld. Hóast krøvini eru nógv broytt, og tað nú ikki er neyðugt við so stórum manningum, sum tað plagdi at vera, so er týdningurin av fiskivinnuni og øllum tí, sum er knýtt at henni, framvegis ógvuliga stórur í Klaksvík og Norðoyggjum annars. Skip og virki fylgja við í tøknfrøðiligu avbjóðingunum og nýggju krøvunum innan eitt nú umhvørvi. Útbúgvingar eru mentar, nýggjar fyritøkur innan sjóvinnu síggja støðugt dagsins ljós, og gomul tænastuvirki hava endurnýggjað seg, so tey eru kappingarfør, bæði innanlands og uttanlands.
Sjómannadagurin setir á hugaligan og hepnan hátt sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuni, og tað, sum hevur tilknýti til hana. Stuttligt er at síggja, børn og vaksin í vatnkríggi, fylgja øðrvísi kappingum millum sjómenn og onnur, fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja fiskar í kørum og annars verða við til ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað er, vit í stóran mun liva av sum fólk og tjóð.
Eg vil takka fyrireikarunum fyri gott arbeiði og áhaldni øll hesi árini, og eg vil bjóða øllum hjartaliga væl komin á Føroya Sjómannadag 2013.
Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu




