Vegna útbyggingar á Tórsvølli verða tað væntandi 2000 færri fólk til Týskland dystin enn seinast, tá Týskland vitjaði.
Atgongumerkjasølan hjá FSF byrjar nú mikudag til dystin móti einum av sterkastu londunum í heiminum. FSF heimasíðan skrivar, at pláss verður einans fyri 4000 fólkum til dystin vegna stóru útbyggingarnar á Tórsvølli. Seinast tey spældu í Føroyum í 2003 vóru 6130 áskoðarar til dystin.
Atgongumerkini eru bílig fyri ein slíkan dyst. Ein partur kann fáast fyri 100 kr., meðan ein partur kostar 150 kr.




