Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livar Nysted hevur enn einaferð framt eitt stórt bragd!

Norðlýsið

Tá ið hann kemur heim mikukøldið, hevur hann ikki minni enn trý heimsmet við sær í skjáttuni. Nógv verður gjørt burtur úr í heimbygdini og á Føroya Sjómannadegi

Tá ið hann kemur heim mikukøldið, hevur hann ikki minni enn trý heimsmet við sær í skjáttuni.

Livar hevur saman við Stuart Kershaw og Maxime Chaya sett heimsmet í at rógva teinin um Indiska havið upp á stytst tíð. Teir eru eisini fyrsta manning við trimum monnum, sum hevur róð um eitt heimshav. Livar hevur harafturat sett heimsmet sum tann fyrsti at rógva um tvey heimshøv sama ár (innan 7 mðr).

Í samband við at Livar kemur heim mikukvøldið 14. aug, verður skipað fyri stórari móttøku í Skúlanum á Fossánesikl. 21.30, har høvi verður hjá øllum at heilsa upp á Livar.

Til móttøkuna vera eisini røða og sangframførsla.

Sí eisini móttøkuna sum verður á Føroya Sjómannadegi leygardagin 17 august – HER!