Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rognkelsi og taskukrabbar

Oliver Joensen

Ikki er sørt av rognkelsum og taskukrabbum undir Føroyum. Bjørgvin hevur nú í eina tíð roynt við gørnum eftir rognkelsum og sum hjáveiðu hava teir ikki fingið einki av stórum vælsmakkandi krabbum. Á Sjómannadegnum fæst sjón fyri søgn.

Jákup Páll Joensen, skipari á Bjørgvin, segði í stuttari samrøðu vit høvdu við hann, tá teir lógu við lendingina á Borðoyarvík og skipaðu veiðu upp, at tað gekst sera illa hjá teimum at fáa fiskifrøðingar at trúgva, at hetta var gongd leið til nakra vinnu. Vit áttu kanska at havt dupult so nógv gørn sum vit nú hava, men orsakað av at trupult hevur verið at fingið myndugleikarnar at síggja møguleikarnar, hevur eisini verið trupult við fígging.

Vit sum hava róð út alla okkara tíð, hava væl vita, at stórur krabbi finst við oyggjarnar, og tað hava vit prógva hesa tíðina vit hava royndarfiska, tí tað er ikki sørt av hesum krabba vit hava fingið, sjálvt um útgerðin vit brúka til rognkelsisfiskaríið ikki er hin best egnaða til krabbaveiðu.

Rognkelsi og krabbar frá Bjørgvin eru longu komin í kørini á Stongunum. Sjálvdan hugsa vit um nøsina á fiski, men hyggur tú væl eftir rognkelsunum í kørunum á Stongunum, síggjast næsagluggarnir tíðuliga.

Um Rognkelsi skrivar hav.fo soleiðis á heimasíðuni undir fiskalistanum:

Cyclopterus lumpusLivir nær landi og á víðum havi, frá Novaja Zemlya, donsku farvøtnunum og Eystrasalti, bretsku oyggjunum til Biscayavíkina. Frá Disko til Nova Scotia.
Úr vatnskorpuni og í fjøruni, niður á 150 metra dýpi.
Verður upp til 60 cm langt, kallfiskarnir eru minni.