Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðlaugsson hevur tosað við TB og er áhugaður

Jákup Ósá

Páll Guðlaugsson váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur tosað við TB og at starvið er sera spennandi.

Páll Guðlaugsson váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur tosað við TB og at starvið er sera spennandi.

Tað var fyri 8 døgum síðani, at Norðlýsið útnevndi Páll Guðlaugsson sum favoritt at taka yvir í TB. Sum skilst er Páll komin aftur til Føroyar í dag eftir summarfrí og hann váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur verið í sambandi við TB.

– Eg kann siga, at eg havi tosað við teir. Eg haldi eitt felag sum TB er sera spennandi og teir hava eina flotta søgu. Harafturat dámar mær væl suðuroyingar eins og allar føroyingar, so øll vildu havt áhuga í einum slíkum avriki, sigur Páll Guðlaugsson og váttar eisini, at hann elskar ómøguligar uppgávur, sum hendan í TB tykist vera. Annars hevur hann ongar viðmerkingar til, at hann fer at taka yvir í TB í næstum.

Fýlist at føroysku viðmerkjarunum

Páll Guðlaugsson sigur víðari, at hann framvegis býr í Klaksvík og trívist væl í býnum. Nú ein tíð er farin síðani, at hann og KÍ steðgaði samstarvinum, so hevur hann gjørt sær nakrar tankar um farnu tiðina.

– Føroysku ítróttaskrivararnir duga væl at skapa yvirskriftir og varpa ljós á tingini, sum selja bløð. M.a. í míni tíð í ár bleiv bara skrivað um allar javnleikirnir, men eingin tosaði um, at KÍ var blivið eitt støðugt felag, ið var trupult at vinna á. Vit taptu 4-3 móti HB og høvdu tá uppiborið javnleik eftir mínum tykki og taptu 2-0 móti B36. Vit eltu Havnar Bóltfelag. Um tað er katastrofa, so veit eg ikki. Eg kom ikki til Klaksvíkar fyri at skaffa mær vinmenn, men fyri at gera eitt gott lið. Tá tú spyrt meg, um tað vóru úrslitini, sum taldu hjá KÍ leiðsluni fyri teirra avgerð at steðga samstarvinum, so kann eg ikki svara fyri tí. Tí eg kenni ikki KÍ leiðsluna. Vit høvdu tveir fundir í hálvtannað ár, so tað var tað. Men tað er eingin ivi um, at eg helt tað síggja gott út og eisini allan vegin niðureftir, har Jóan Pauli Jacobsen hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði í felagnum. Júst hann var eisini orsøkin til, at eg vildi fara í gongd við annað árið í KÍ, sigur Páll Guðlaugsson, ið ikki dylur, at hann var sera glaður fyri tíðina í KÍ og hevur stóra virðing fyri bæði leikarum og fólkinum í Klaksvík.