Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10.000 kr frá kjølur til vinnarin av FM í egning

John William Joensen

Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til egnikappingina, sum eru 10.000 krónur, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein av týdningarmestu stuðulunum seinnu árini.

Kjølur hevur øll árini latið stóra vinningin til egnikappingina, sum eru 10.000 krónur, umframt at stuðla í aðrar mátar. Kjølur er tískil vorðin ein av týdningarmestu stuðulunum seinnu árini.

Kjølur hevur annars nógv at bjóða fólki, kanska serliga sjómonnum. Kjølur er umboð fyri Mustad, ið hevur útgerð sum húkar, egningamaskinur og nógvum øðrum hesum líknandi.

Eitt nú hevur Mustad ment eina nýggja egningamaskinu til smærri útróðrarbátar, sum er væl dámd.

Ein nýggjur húkur frá Mustad er komin á marknaðin og hevur Kjølur selt nógvar av hesum seinnu mánaðirnar. Sølan av hesum gognur strúkandi.

– Og vit hava frætt frá teimum, ið hava ognað sær hesar húkar, at teir eru sera góðir, fortelur Jákup Mikkelsen.

– Teir eru sera einklir og tað stendst ikki nógv arbeiðið av teimum. Teir skulu sjáldan rættast upp og tað ger arbeiðið um borð á línubáti lættari og ikki minst skjótari, greiðir Jákup Mikkelsen frá.

Kjølur hevur ikki bert útgerð til sjómenn, men nógvar aðrar hentar vørur. Kjølur er altíð eina vitjan verd. Meira fæst at vita á www.kjolur.fo.

Tey sum ætlað at luttaka í egnikappingini skulu møta við stóra pall 15 min áðrenn kappingin byrjar

SÍ SKRÁ