Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jarðskjálti/dun úr undirgrundini á Viðareiði

John William Joensen

Seinastu tíðina hava viðingar verið órógvaðir av skjálta ella duni úr undirgrundini og ymiskt er hvussu hetta upplivist, alt eftir hvar í bygdini ein er staddur.

Seinastu tíðina hava viðingar verið órógvaðir av skjálta ella duni úr undirgrundini og ymiskt er hvussu hetta upplivist, alt eftir hvar í bygdini ein er staddur.

Fyri summi upplivst hetta sum tá toran gongur, onnur siga tað ljóðar sum tá ein kjallarahurð brestir aftur.

Tað er harðast heimi á Bakka. Tað eru gitingar um at hetta hevur samband við at eitt 200 metrar hol verður borða niður í samband við jarðhita til skúlan.

Jarðfeingi er á Viðareiði men tey eru ikki komin til nakra niðurstøðu. Sum skilst eru flestu samd um at tað hevur nakað við boringarnar at gera tí tað passar tíðarmessiga og meðan bora verður kemur nógv vatn upp úr undirgrundini og so skal luft ella vatn skifta pláss í undirgrundini.

Men tað løgna er at hetta hoyrist ikki allarstaðir – so í løtuni verður bíðja í spenningi eftir niðurstøðu frá Jarðfeingi.