Neyvan nakrantíð áður hava so nógv fólk verið á Skarði. Nevndin fyri minnisvarðan, ið er reistur nú 100 ár eru liðin síðani skarðsbáturin fórðst tollaksmessudag í 1913, hevði sett stevnu á Skarði í samband við avdúkingina, og sigast má, at hóast Skarð ikki er av høgligastu plássum at koma til so møttu nógv.
Tey komu eftir fleiri gøtum. Summi, og tey vóru kanska í yvirtal, valdu sjóvegin. Minnisvarðanevndin hevði nevniliga skipa so fyri, at Alfa Pilot, Ziska og Lív sigldu í pendulfart ímillum Haraldssund og lendingina á Skarði.
Men tey vóru eisini mong, ið valdu at ganga úr Kunoy um skarði og oman brekkuna til Skarðsbygd. Tey vóru farin úr Kunoy um 9 tíðina ímorgun, og vóru á Skarði um 11 – 12 tíðina. Ein annar stórur bólkur hevði valt at ganga úr Haraldssundi og norður. Hetta mundi taka teimum ímillum tveir og tríggjar tímar. Tey fóru úr Haraldssundi um 10 tíðina ímorgun og vóru á Skarðsbygd um tólv eitttíðina.
Veðrið var gott, tað sirmaði eitt sindur til tíðir, men ikki so at tað bilti, tí lítla lotið sum varð, var lýtt.
Vit sum vóru við, fingu eina uppliving fyri lívið. Hetta er helst á fyrsta sinni, at so nógv hevur verið gjørt burturúr einum minnisvarða, ið er settur upp, so langt burtur frá har fólk vanliga koma í Føroyum.
Okkara myndahøggari, ið hevur røtur av Húsum, Hans Pauli Olsen hevur evnað minnisvarðan til.Tað var Páll Klettskarð, ið hevði fingið heiðurin at avdúka minnisvarðan á Skarði ídag.
Aftaná hátíðarhaldið á Skarði, varð eisini skipað fyri móttøku í bygdahúsinum í Haraldssundi, har fólk fingu suppu, te og kaffi og breyð við føroyskum viðskera og nýbakaða køku. Ein stórsligin og vælfyriskipaður dagur.
Norðlýsið fer at gera meira burturúr minnisvarðanum á Skarði her á heimasíðuni og í blaðnum í komandi viku.
Nevnast kann, at vit fara at hoyra meira um taluna hjá biskupi, taluna hjá Óluvu Klettskarð, og hana hjá Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi. Minnisvarðanevndin verður sjálvandi heldur ikki gloymd.
Í fyrstu atløgu lata vit myndirnar talað, samstundis sum vit ynskja ættarfólkunum av Skarði hjartaliga tillukku á hesum stóra degi:




