Í kvøld kl. 19.00 verður so stóri kjakfundurin. Samstundis verða fyrireikingar gjørdar til fiskikappingina hjá børnunum í morgin, fríggjadagin og til leygardagin, tá stóri kappingardagurin er.
Í Ósáskúlanum verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til fiskivinnufundin. Á Stongunum arbeiðir Kjartan Høgnesen við at gjøgnumganga línunar til stóru egnikappingina. Framvið kajkantinum á Stongunum vóru menn frá EL-In og frá flutningsfyritøkuni Andrias Poulsen í ferð við at hanga perur upp.
Á plássinum við Sløkkiliðsstøðina stríddust menn fyri løtu síðani við at seta stóra teltið upp, og norðuri í Ánunum er grindahvalurin tikin út til upptiningar.
Føroya Sjómannadagur koyrir nú 9. árið á rað.
Útvarpið fer í kvøld at senda frá stóra fiskivinnufundinum, har kjakast verður á polisiskum støði um makrel og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES.




