Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein almennur tunnil P/F risi er einki alternativ

John William Joensen

Tað er fantastiskt at hoyra politikarar tosað um eina almenna tunnilsloys sum eitt alternativ til privatu loysnina sum arbeitt hevur verið við seinastu mongu árini – nevnd Skálafjarðartunnilin. Enntá liberalir politikkarar eru vegna ótta fyri útlendskum pengum farnir at prædika fyri almennum partafelag

Tað er fantastiskt at hoyra politikarar tosað um eina almenna tunnilsloys sum eitt alternativ til privatu loysnina sum arbeitt hevur verið við seinastu mongu árini – nevnd Skálafjarðartunnilin. Enntá liberalir politikkarar eru vegna ótta fyri útlendskum pengum farnir at prædika fyri almennum partafelag

Tey sum tosað fyri almennu loysnini mæla til at tað almenna stovnar eitt alment partafelag ella líknandi felagsskap sum vit kenna so væl ( SEV, FØROYA TELE, Atlantic Airways, Posta….) sum skal eiga Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Tey sum koyra gjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin skulu síðani fíggjað byggingina av Skálafjarðatunnilinum. Samstundis skal landskassin veðhalda fyri lán sum hetta almenna partafelagið tekur. Tá koyrandi er gjøgnum Skálafjarðartunnilin skal hetta nýggja almenna partafelagið, sum einans krevur skatt frá ferðslu tvørtur um Vestmannasund, Leirvíksfjørð og Skálafjørðin, so aftur við landskassaveðhaldi, taka lán at fíggja tunnilsgerð til Sandoy og at enda tvørtur um Suðuroyarfjørð.
Og oman á alt hetta kann Skálafjarðatunnilin koma at kosta ein marknagilsdepil meira enn rokna var við um ikki alt gongur eftir vild. Og alt skal fíggjast við bummgjaldi úr Norðoya og Vágatunnlinum??

Tá alt er liðugt hava vit landsvegir sum øll hava verið við til at rinda og sum harafturat eru ókeypis at koyra eftir og so nakrar tunnlar sum tey sum noyðast at koyra gjøgnum koma at rinda gjøld – hvønn dag til eitt “alment partafelag” – sum eingin eigur og sum kemur at liva sítt egna lív.
Og hetta skal verða eitt alternativ?

Løgtingið arbeiðir óseriøst

Fyrst lóggevur løgtingið at Skalafjarðartunnilin skal verða privatur, og leingir ferð eftir ferð tíðarfreist hjá skiftandi landsstýrismonnum at finna eina privata loysn. Men tá ein landsstýrismaður er klárur at skriva undir krevja løgtingslimir at málið verður lagt fyri tingið tí fram kemur at privatu íleggjararnir kunnu fara at tjena nógvar pengar um alt gongur eftir ánni við byggingini – og tá tingið frættir at útlendingar skulu byggja, vilja tinglimir og næstan heilir flokkar á tingið ikki hava eina privata loysn, men heldur at tað almenna skal standa fyri øllum. Síðani sigur advokatur í Degi og Viku at tað er uppgávan hjá einum landsstýrismanni at gera tingsins vilja?

Er tað nakar sum hevur arbeitt óseriøst í hesum málinum – so eru tað fløkjustamparnir á tingið sum brádliga eru vorðnir prædikumenn fyri almennum partafeløgum????

Harleyfacadeacryl