Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-kvinnurnar afturkomnar úr Portugal

Ítróttur

KÍ-kvinnurnar eru nú komnar heimaftur úr Portugal, har tær hava luttikið í Champions League

KÍ heimasíðan skrivar soleiðis:

Av tí at interneti var sera vánaligt á hotellinum, sum tær búðu á í Fátima, hevur ikki verið trupult at dagført heimasíðuna. Men her kemur ein lítil samadráttur av túrinum við myndum.

KÍ-kvinnurnar fóru úr Føroyum mánadagin 5. august og vóru víðari til Portugal týsmorgunin. Ferðalagið var uppá pláss í býnum Fátima tíðliga seinnapartin. Hotelið var tvey ára gamalt og tí vóru umstøðurnar sera góðar. Men interneti riggaði sera illa, og tí hevur einki verið at sæð her á síðuni.
Seinnapartin týsdag og mikudagurin var nýttur til at venja og hvíla. Hitin lá um 40 hitastig og tí skuldu gentirnar eisini venja seg við nógva hitan.

Hósdagin kl. 16 var fyrsti dysturin á skránni og var tað ímóti ŽFK Ekonomist úr Montenegro. KÍ-kvinnurnar fingu góða byrjan uppá hendan dystin og løgdu seg á odda longu í 16. minutti, tá Sofía rann frá verjuni og skoraði trygt. Men tað var stórt trýst á KÍ málið meginpartin av dystinum, men KÍ-kvinnurnar vardu væl og hildu ŽFK Ekonomist burtur frá teimum heilt stóru kjansunum. Men í 38. minutti eydnaðist tað tó teimum at javna.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, ŽFK Ekonomist trýsti, men KÍ-kvinnurnar vardu væl, so 1-1 javnleikurin var gott úrslit, tá alt kemur til alt.

Leygardagin var aftur dysturin á skránni og hesaferð vóru vertirnir úr Portugal mótstøðuliðið. Eisini her vóru KÍ-kvinnurnar trýstar heilt aftur, men aftur spældu tær ein sera góðan dyst og Clube Atlético Ouriense hevði trupuleikar at leika seg í gjøgnum. Og tað sum fór í gjøgnum tók Monika sær av í málinum. Men í seinna hálvleiki fekk Clube Atlético Ouriense tvey mál við bara tveimum minuttum í millum tey. Men KÍ-kvinnurnar megnaðu at svara aftur, tá Rannvá fangar ein bólt nakað frammanfyri miðjuna og lyftir bóltin uppá málverjan í var komin ov langt út úr málinum. Hóast KÍ-kvinnurnar royndu at trýst fyri at fáa útjavnandi málið, so gekk orkan undan í nógva hitanum og dysturin endaði 2-1 til vertirnar.

Týsdagin varð seinasti dysturin leiktur har FC Zurich var mótstøðuliðið. FC Zurich var sterkasta liðið í bólkinum og hevði vunnið báðar sínar dystir trygt. Hetta var eisini tann heitasti dagurin og KÍ-kvinnurnar kundu ikki gera nógv annað enn at verja og royna at fáa frægast úrslit burturúr. Tær hildu eisini tætt leingi, men sveitsarnir megnaðu at skora eitt mál áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki fingu tær tvey mál afturat og var hetta eisini fult uppiborið.

Her er ein samandráttur frá dystinum í móti FC Zurich